Koronakanningar frá 17 til 19 gerandisdagar

corona10-08-2020 - 20:11 - Jóanis Albert Nielsen

Í dag og frameftir kunnu fólk lata seg kanna fyri koronu seinnapartar frá klokkan 17 til 19 á Landssjúkrahúsinum. Nærri kunning kemur um hvussu verður í vikuskiftinum.

Nýggja kanningarmiðstøðin á Eirargarði hevði opið fyri fyrstu ferð í gjár, og eydnaðist royndin samanumtikið væl. Hóast bíðirøðirnar vóru langar og tey, ið bíðaðu longst, bíðaðu upp ímóti fýra tímum, so vóru fólk tolin og vístu atlit fyri hvørjum øðrum. Leysliga mett lótu 1000 fólk seg kanna í gjár.

Kanningarmiðstøðin hevur opið allar gerandisdagar frá 17 til 19. Øll, sum standa í bíðirøð klokkan 19, verða kannaði fyri koronu í dag. Onnur mugu bíða til í morgin.

Seinni í vikuni verður kunnað um hvussu opið verður í vikuskiftinum.