Koyrdu 138 og 139 km/t

19-03-2017 - 09:21 - Jóanis Nielsen
Løgreglan gjørdi í nátt ferðslumátingar í Kaldbaksbotni í nátt, tað kostaði tveimum bilførarunum nógv.

Av løgreglustøðuni verður sagt, at tveir bilførarar blivu tiknir fyri at koyra ov skjótt, har tann eini koyrdi 138 km/t og hin koyrdi 139 km/t.

Teir báðir bilførarar fáa eina treytsleysa frádøming av koyrikortinum, og afturat tí, fáa teir eina bót sum liggur um 3000 kr. í part.

Maður var fluttur við tyrlu á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Nógv at gera hjá løgregluni í nátt