- Koyringin av ferðafólki hjá okkum í Giljanes bussum í fjør var bara 15% av koyringini í 2019

Vinna02-03-2021 - 23:07 - Jóanis Albert Nielsen

Niels Olgar Joensen skrivar á Facebook: Hetta er stórst sæð tann einasti bussurin hjá Giljanes bussum, sum er í drift í løtuni. Eg koyri skúlabørn í honum, tað havi eg eisini gjørt í morgun. Tað sær ikki gott út í okkara vinnu, tí bíleggingar fyri 2021 verða bara fluttar ella avlýstar, fyrsta bíleggingin í ár er nú til 7. juni.

Í 2020 vóru mars, apríl og mai nærum fult bílagdir, men so avlýsti Corona alt.
Seks aðrir bussar standa her og gerast eitt ár eldri, uttan at vit brúka teir til meira enn onkran einkultan túr nú og tá. Koyringin av ferðafólki hjá okkum í Giljanes bussum í fjør var bara 15% av koyringini í 2019.
Áðrenn korona høvdu vit 20 freelans bussførarar og tað riggaði væl, men nú er bara ein eftir.
Um veturin livdu vit m.a. av koyring av ítróttarfólki til kappingar kring landið og koyring við skúlaflokkum og barnagørðum til ymisk tiltøk, men har er einki nú, tí flestu tiltøk eru avlýst, og tilmælið er ikki at koyra saman.
Hjálparpakki 3 var ikki skrúvaður rætt saman, tí hann ikki legði upp fyri, at tað, sum vit tjena inn um summarið, skulu vit liva av um veturin, tá lítil og eingin inntøka er. Tað manglar snøgt sagt eitt hálvt ár í hjálparpakkanum. Harafturat er øll koyingin í 2021 frá mars til einaferð seint í summar avlýst.