Krav at Vágatunnil kemur í vegakervið hjá landinum

politikkur02-02-2017 - 14:09 - Jóanis Nielsen
Til Fjølmiðlarnar. Niðanfyrinevnda skriv er send til Løgmann og Samferðslumálaráðharra

Góðan dagin Løgmaður Aksel V. Johannesen og Henrik Old landstýrismaður.
Vit senda okkara niðurstøðu .
Vit kunnu ikki góðtaka, at samhaldsfasta skipanin verður tvinna saman við nýtslugjaldinum um Vestmannasund. 
Smb Lóg um fast samband um Vestmannasund samanhildin við LL 14/2002 meta vit ikki, at heimild framhaldandi er at krevja inn gjald fyri at koyra um Vestmannasund. 

Vit vóna øll, at avtalan verður hildin og at málið verður loyst skjótast gjørligt. 

Heilsan 
Vegna undirritaðu
Marjus Dam


Vágar, 1.februar 2017

Til løgmann, Aksel V. Johannesen

Hendrik Old, landsstýrismann

Løgtingið

Fjølmiðlarnar

Takk fyri fundin í Sandavági 24.01.2017

Okkara niðurstøða á eftirmetingarfundi 26/01-17:

Vit krevja, at bummgjaldið verður avtikið í Vágatunlinum í seinasta lagi 1.marts 2017.

Til grund fyri kravinum er:

· Tá lóg um fast samband um Vestmannasund og Leirvíksfjørð varð samtykt, var felagsfatanin, at bummgjaldið fall burtur, tá lánið var afturgoldið og tunnilin skuldi tá handast landinum.

· Niðanfyrinevndu staðfesta hesa felagsfatan:

Ø Fyrrverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg.

Ø Finnbogi Arge, fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum.

Ø Karsten Hansen, fyrrv. Fíggjarmálaráðharri.

Ø Embætisfólk í arbeiddu við málinum.

Ø Tingfólk, tá tunnilin var samtyktur, m.a. Jóanis Nielsen, Marjus Dam, Jógvan við Keldu, ið vóru á fundinum 24.01.

Ø Klæmint Weihe, fyrrv. nevndarformaður í P/f Vága- og Norðoyartunlinum.

Ø Fatanin millum føroyingar flest.

· Harumframt hava ymiskir stovnar skilt lógina um fast samband um Vestmannasund og Leirvíksfjørð soleiðis, at tá lánið var afturgoldið, skuldi tunnilin handast landinum. Fatanin hjá hesum stovnum er í tráð við fatanina hjá omanfyrinevndu.

Ø Landsgranskoðanin

Ø Landsverk í samferðsluætlanum 2008-2020 og 2012-2024.

Ø P/f Vágatunnilin hevur alla tíðina rokna við at avhenda tunnilin tá lánið var niðurgoldið. (Rokniskapir hava bert tikið hædd fyri at lánið skal afturgjaldast)

Ø Fíggjarmálaráðið 2014 (m.a. fundir í smb. við at landið yvirtekur Vága og Norðoystunnil).

· Um nakar ivi er um hvør felagsfatanin var, so staðfestir løgtingslóg nr.14/2002 um broyting í lóg um meirvirðisgjald púra greitt hvør ætlanin var. Hendan lógarbroyting varð samtykt bert knapt 2 mánaðar áðrenn Vágatunnilin varð tikin í nýtslu. Nevniliga at:

Ø P/f Vágatunnilin krevur pening til at gjalda lánið aftur.

Ø Tá lánið er goldið aftur skal P/f Vágatunnilin avtakast.

Ø Tunnilin skal leggjast í vegakervið hjá landinum sum skjótast eftir at lánið er niðurgoldið .

Ø Støða skal takast til bummpeningaskipanina

Ø Samstundis verður staðfest, at bummpeningur er ein eykaskattur, ið verður kravdur fyri eina ávísa løguætlan (Vágatunnilin/Norðoyatunnilin) har játtanin annars hevði verið gjørd á løgtingsfíggjarlógini.

Vanliga hevur landið goldið 100% av øllum landsvegum, ferjulegum og ferjum, ið gjørdar eru her á landi. Men júst í stóru samferðsluætlanunum (Vágatunlinum/seinni Norðoyatunlinum) varð neyðugt at læna pening fyri at fremja ætlanirnar. Hesi lánini skuldu gjaldast aftur við at krevja eykaskatt, har miðjað varð ímóti at gjalda lánið niður, so borgarin skjótast gjørligt slapp undan at gjalda hendan eykaskatt. Í lógini um fast samband verður staðfest, at landið fær handa anleggið aftur ókeypis. T.v.s, at landið skal ikki gjalda innkravda eykaskattin aftur til brúkaran. Landið fær sostatt undirsjóvartunnilin fyri bert 160,3 milliónir krónur. So eginpeningurin má sigast at verða forrentaður fleiri ferðir hesi árini. Landið er somuleiðis sloppið undan at gjalda rakstur av hesum vegakervið, ímeðan lánið er niðurgoldið .

Tað kann tí ikki uppá tal, at bummpeningur skal krevjast fyri partapeningin hjá landinum. Tí eykaskatturin (bummgjaldið) skuldi gjalda tað, ið landið ikki hevur goldið í hesum føri, og ikki fyri tað sum landið hevur goldið.

Løgmaður Aksel V. Johannesen nevndi, at arbeitt verður við eini samhaldsfastari skipan. Hesum stuðla vit.

Men tá róð verður undir, at bummskipanin um Vestmannasund verður fløkt saman við eini slíkari skipan, loypur ketan av.

Okkara Niðurstøða:

Smb. lógini um fast samband um Vestmannasund og Leirvíksfjørð:

Nú lánið er niðurgoldið, er ikki nøkur lógarheimild til áhaldandi at krevja brúkaran fyri gjald (eykaskatt) at koyra í Vágatunlinum. Endamálið hjá felagnum er rokkið og tað skal avtakast smb løgtingslóg 14/2002, eins og Vágatunnilin skal í vegakervið hjá landinum skjótast gjørligt.

Tað verður ongastaðni í lógini staðfest, at treytin fyri at bummurin skal avtakast er, at ein samhaldsføst skipan fyri samferðsluna skal setast íverk. Tað er at tvinna mál saman, ið onki hava við hvørt annað at gera.

Út frá omanfyrinevnda meta vit, at tað í besta føri er álvarsligt drál og í versta føri beinleiðis lógarbrot ikki at leggja Vágatunnilin í vegakervið hjá landinum, sum er samtykt á Føroya Løgtingi, nú lánið er útgoldið og tunnilin skuldarfríur. Víðari er ongin grundgeving fyri áhaldandi at krevja eykaskatt av teimum, ið ferðast til/frá Vágoynni.

Sum nevnt á fundinum so fyrireika Vága, Sørvágs og Klaksvíkar kommuna at stevna landinum fyri at bróta avtaluna, ið gjørd er um Vágatunnilin/seinni Norðoyatunnilin.

Vit krevja at avtalan verður hildin, ið gjørd er við økini.

Tað ber til beinanvegin at gera ”tunnilsdagar”, so ókeypis verður at koyra hjá fólki og vinnu ígjøgnum ein niðurgoldnan Vágatunnil, ímeðan felagið verður avtikið.

Vegna kommunurnar: Borgarstjórarnir

Aime Jacobsen, Eyðdis Hartmann Niclasen Jógvan Skorheim

Vegna valfeløg í Vágum og Klaksvík

Jarnold Nattestad Marjus Dam Napoleon Magnussen

Erhard Jacobsen Sølvi Simunarson Jákup Suni Lauritsen

Karsten Hansen

Vegna vinnuna

Atli Gregersen Eron Debes Jóhan á Mýrini

Jim Sonni Guttesen Kristian Olsen Niels Olgar Joensen

Jógvan Við Keldu, vegna Vinnulívsráðið í Klaksvík