Kunngerð frá Sørvágs kommunu

Lýsing18-07-2019 - 17:20 - Jóanis Albert Nielsen

Bygdaráðið samtykti á fundi hin. 23.01.2019 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 185a, 204b, 197a, 62a, 393, 208, 391a, 233b, 76a, 3, 369 og 368 í Sørvágs kommunu. Sambært korti dagfest 16.01.2019.

Uppskot til broytingina snýr seg um at:

Økið K: Landbúnaður verður broytt til økið B: Sethús.

Økið F: Almenn frítíðarøki verður broytt til lutvíst økið E: Almennir stovnar, økið B: Sethús og økið K: Landbúnaður.

Økið E: Almennir stovnar verður broytt til lutvíst økið K: Landbúnaður, økið B: Sethús og økið H: Frílendi.

Almenna byggisamtyktin saman við korti, tekningum og vegleiðing um kæru liggur frammi ásorvag.foog á kommunuskrivstovuni til almenna eftirskoðan í tíðarskeiðinum frá 22. juli 2019 til 30. august 2019.

Mótmæli og broytingaruppskot skulu vera kommunustýrinum í hendi seinast 6 vikur eftir kunngerðardegnum.

Sørvágs kommuna

Varðagøta 8

380 Sørvágur

sorvag@sorvag.fo