Kunngerð um broyting av býarplani á Hillingartanga

vinna24-06-2019 - 13:58 - Jóanis Nielsen

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi 11. Juni 2019 samtykti at broyta býarplanin fyri Vága kommunu soleiðis, at matr. nr. 319h, 128a og 319a inni á Hillingartanga í Sandavági verður broyttur til øki E – Almennir stovnar.

Kort, sum vísir broytingina , liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá týsdegnum 25. Juni 2019 til mikudagin 17 juli 2019 báðir dagar íroknaðir.’

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 07. August 2019

Vága býráð