Kunningarfundur um corona-støðuna verður kl. 11

corona19-03-2020 - 08:55 - Jóanis Nielsen

Klokkan 11.00 í dag verður tíðindafundur í Kringvarpinum, har tað verður kunnað um støðuna við corona virus í Føroyum.

Á tíðindafundinum verða landslæknin og umboð fyri heilsuverkið.