Kvinnur og menn eiga at fáa somu pensjón

politikkur19-05-2020 - 14:44 - Jóanis Nielsen

Javnaðarflokkurin hevur lagt lógaruppskot fyri løgtingið, sum skal tryggja, at tað ikki verður gjørdur munur á pensjónunum hjá fólki orsakað av kyni. Samgongan heldur ikki, at tað er neyðugt at lóggeva um hesi viðurskifti.

ES dómstólurin staðfesti í 2011, at munur ikki má gerast millum kyn, hvat viðvíkur tryggingum. Síðan hava flest øll lond í Evropa bannað mismuni millum kyn í mun til tryggingar og pensjónir. Men Føroyar eru eftirbátur í hesum javnstøðumáli.

- At vit framvegis gera mismun millum kynini viðvíkjandi lívrentuútgjaldi í Føroyum er óhóskandi, og løgtingið eigur undir ongum umstøðum at góðtaka hetta, sigur Aksel V. Johannesen, formaður fyri Javnaðarflokkin.

Kvinnur eru í miðal nógv verri fyri enn menn, tá pensjónsaldurin verður rokkin. Tryggingarfeløg rokna í dag mánaðarliga útgjaldið fyri lívrentu eftir miðallivialdri; men heldur enn at hyggja eftir miðallivialdrinum hjá fólki sum heild, verður skilt ímillum miðallivialdurin í mun til kyn. Kvinnur liva í miðal longur enn menn, og tí fær kvinnan eitt mánaðarligt útgjald, sum er 13 % lægri enn maðurin, hóast bæði hava sett somu upphædd inn. Harafturat skal havast í huga, at kvinnur í miðal hava eina lægri lívsinntøku, og at pensjónsuppsparingin somuleiðis er ávirkað av hesum.

Javnaðarflokkurin hevur tí lagt fram uppskot um at banna mismuni millum kyn, tá tað kemur til pensjónsviðurskifti. Tinglimirnir í Javnaðarflokkinum vísa á, at tað er tørvur á at gera fleiri átøk fyri at minka um munin millum menn og kvinnur á ellisárum, og at hetta uppskotið er eitt fet á leiðini.

Men samgongan er ósamd. Samgonguumboðini í vinnunevndini halda, at pensjónsfeløgini sjálvi eiga at gera neyðugu broytingarnar. Eisini hóast pensjónsfeløgini alment hava sagt, at tey ynskja, at tað verður lóggivið um hesi viðurskiftini.