Kvinnurnar hjá H71 hava nú tapt sín fyrsta dyst

ítróttur27-10-2019 - 20:53 - Jóanis Albert Nielsen
Tríggir dystir hava í dag verið í SMS-deildini hjá kvinnum. 

Í Hoyvík tók oddaliðið H71 ímóti Kyndli. 
Tað vóru teir grønu gestirnir, sum byrjaðu dystin betri og tað gingu heilir 17. minuttir áðrenn H71 fekk sítt fyrsta mál tá ið tær skoraðu til 1-3. Hálvleiksstøðan var 6-8 til tær grønu úr Havn. Kyndil vann dystin 14-18.

Á Skála tók StÍF imóti Neistanum.
Talan var um ein javnan fyrrahálvleik, og kundu Strandakvinnur fara til hálvleiks við støðuni 16-15. Neistin byrjaði seinna hálvleik væl, og komu á odda 16-20 eftir 36. min. Neistin vann dystin 25-31.

Í Vági tók VB ímóti Stjørnuni.
Tað var Stjørnan ið byrjaði betri og kundu tær fara til hálvleiks við støðuni 9-15. Stjørnan vann dystin 24-29.

Støðan Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig
VÍF 6 173 132 41 10
H71 6 166 137 29 10
KYNDIL 6 152 107 45 8
NEISTIN 6 148 136 12 6
STJØRNAN 6 139 160 -21 4
STÍF 6 134 184 -50 4
VB 6 127 183 -56 0