Kyndil hevur mist enn ein leikara

ítróttur20-02-2018 - 09:00 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár skrivaðu vit um, at Kyndil hevði mist ein lyklaleikara, talan var um Tummas Pauli Hanusarson, sum er farin niður í arbeiðsørindum.

Tað er ikki einasti leikarin ið Kyndil hevur mist síðani teir vunnu Faxe-kondi steypakappingina, tí Eirikur Simonsen er eisini farin niður í arbeiðsørindum har hann skal vera í hálvt ár.

Eirikur fekk 4 av teimum 24 málunum Kyndil fekk í steypafinluni móti H71.

Sostatt hevur Kyndil mist tvey leikarar síðani finaluna. Kyndil er í løtuni nummar trý í FTZ-deildini 6 stig aftanfyri H71, sum eisini hevur leikt ein dyst meira enn Kyndil. Hósdagin tekur Kyndil móti VÍF.