Savnsmynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Kyndil og Neistin vunnu sínar dystir

ítróttur24-01-2021 - 21:00 - Jóanis Albert Nielsen

Um vikuskiftið hava 3 dystir verið í steypakappingini hjá kvinnum í vikuskiftinum.

Í gjár var ein dystur, og hinir báðir vóru leiktir í dag.

Stjørnan tók í gjár ímóti H71 í bólki 2. Dysturin endaði við javnleiki 24-24, eftir at H71 var á odda 13-10 í hálvleikinum.

Ein annar dystur í bólki 2 hevur verið í dag, har tók Neistin ímóti VB. Neistin vann dystin 34-20, eftir hálveiksstøðuna 18-11. Neistin spældi seg við sigrinum víðari til hálvfinalurnar.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 2 58 43 15 4
2 H71 2 58 50 8 3
3 Stjørnan 2 47 48 -1 1
4 VB 2 46 68 -22 0

Í bólki 1 hevur ein dystur verið í dag, har tær næstbestu hjá H71 tóku ímóti Kyndli. Kyndil vann dystin 32-12, hálvleiksstøðan var 5-20. Kyndil hevur við sigrinum leikt seg víðari til hálvfinalurnar.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Kyndil 2 59 28 31 4
2 VÍF 1 31 17 14 2
3 StÍF 1 16 27 -11 0
4 H71 2 2 29 63 -34 0