Kyndil vann 25-24 á H71

ítróttur17-11-2019 - 18:09 - Jóanis Albert Nielsen
Í høllini á Hálsi í Havn tók Kyndil í dag ímóti H71, sum vunnu á oddaliðnum úr Vestmanna fyrr í vikuni.

Talan gjørdist um ein spennandi dyst, sum H71 førdi ein stóran part av. Kyndil vann dystin 25-24 eftir hálvleiksstøðuna 10-14 til H71. Tá ið eitt korter var eftir av dystinum fekk málverjin hjá H71 Annika F. Petersen bæði beinleiðis reytt kort og blátt kort.

Málskjúttar í dystinum:

Kyndil: Súna K. Hansen 9, Turið A. Samuelsen 6, Ásleyg Súnadóttir 5, Bára K. Hansen 2, Karin Midjord 2 og Halla Midjord 1.

H71: Maria H. Weyhe 9, Marita Mortensen 6, Durita Toftum 3, Sofie Søberg 3, Eva Barba Arge 2 og Silja Sámalsdóttir 1.

Støður:

5. min. 1-1

10. min. 4-5

15. min. 6-7

20. min. 7-20

25. min. 8-13

30. min. 10-14

35. min. 13-16

40. min. 15-18

45. min. 17-20

50. min. 20-22

55. min. 22-23

60. min. 25-24

Støðan Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig
VÍF 10 280 219 61 16
KYNDIL 9 239 170 69 14
H71 9 236 210 26 12
NEISTIN 9 217 198 19 10
STJØRNAN 9 225 240 -15 8
STÍF 9 193 270 -77 4
VB 9 190 273 -83 0