Kyndil vann 31-14 á Team Klaksvík

ítróttur06-10-2019 - 20:48 - Jóanis Albert Nielsen
Team Klaksvík tók í dag ímóti Kyndli í Okkara-deildini hjá monnum.

Team Klaksvík legði seg á odda í 1. min. men so gingu tað heilir 18. min. til heimaliðið skoraði aftur, tá var støðan 2-10. Hálvleiksstøðan var 7-15, Kyndil vann dystin 14-31.

Málskjúttar:
Team Klaksvík: Beinir Johannesen 4, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Kaito Nakahoclo 2, Kjartan á Gravarbø 2, Ludvík Súnason 1, Vilhelm Vilhelmsen 1 og Jens Pauli Mohr 1.

Kyndil: Anders Risdal 7, Kristoffur Bjørgvin 6, Tummas Pauli Hanusarson 5, Hjalti Mohr Jacobsen 5, Rògvi D. Christiansen 3, Jóni Viderø 1, Janus Jacobsen 1, John í Innistovu 1, Tróndur Wardum 1 og Ovi Lutzen 1.