Nýggjastu


Mynd: Facebook.

Týdningarmikil fakliga undirbygd rætting frá læknanum - Marnar F. Kristiansen

corona24-03-2020 - 23:28 - Jóanis Nielsen

Týdningarmikil fakliga undirbygd rætting frá læknanum - Marnar Fríðheim Kristiansen - til villeiðandi innslag í D&V í kvøld.

Marner skrivar:

Dagur & Vika segði í kvøld, at vit kunnu rokna við at millum 7000-15000 eru smittaði í apríl/mai ífylgi tí simulatiónini tey vístu.

Eisini søgdu tey, at fyri at vit skulu kunnu vera operationel sum samfelag, skulu 66-75% av øllum vera smittaði.
http://kvf.fo/netvarp/sv/2020/03/24/20200324gerandisdagurinverduravirkadurilangatid
Er hetta rætt?

Nei, heldigvís ikki.

Feilurin tey gera, er at reproduktiónstalið (R0) tey rokna við er alt ov høgt.
Tað bleiv sagt í D&V at reproduktiónstalið hjá korona uttan verjandi tiltøk liggur á 3. T.v.s. at hvørt sjúkutilfeldi smittar 3 onnur. Við tiltøkunum sum vit seta í verk var sagt at R0 fall til 2.

SSI hevði í gjár eina nýggja rapport, har teir meta at reproduktiónstalið hjá Korona er 2,1 um eingin tiltøk verða sett í verk. Tey meta, at við teirra tiltøkum, kunnu tey minka um R0 við 30-50% (https://ing.dk/artikel/ssi-ny-melding-corona-afboedningen-virker-saa-laenge-vi-bliver-hjemme-233380).

Í Danmark verður R0 mett at verða 2,1 sum útgangsstøði, men síðani minkað við 30-50% (1,05-1,47)
Í Føroyum kunnu vit rokna við at vit hava eitt enn lægri R0 tí tiltøkini hava eydnast so væl.
Tí eru tað tíbetur ikki hasi tølini vit skulu forvænta í Føroyum tær næstu vikurnar.

Hvussu so við úttalilsinum um, at 66-75% skulu vera smittaði áðrenn vit kunnu vera operationel sum samfelag aftur?

Hetta byggir á, at vit skulu uppbygja floksimmunitet fyri Korona.

Aftur her hevur reproduktiónstalið ein týdningarmikla leiklut, tí tað hevur beinleiðis ávirkan á, hvussu nógv skulu vera immun fyri at uppnáa floksimmunitet.
Ein kann rokna hvussu nógv, skulu vera immun fyri at uppnáa floksimmunitet við herd immunity threshold formlinum: 1 – (1/R0)
Við tiltøkunum vit hava gjørt, kunnu vit rokna við at R0 er væl lægri enn 2,1.
Men um vit ganga út frá at R0=2,1 skulu 52,4% vera immun áðrenn vit fáa herd immunity. Um vit siga R0=1,5, skulu 33,3% vera immun. Um R0=1,25 skulu 20% vera immun. O.s.v.

Fyri tað næsta sær hetta púra burt frá møguleikanum fyri vaccinu, sum sjálvandi, er tað vit vóna fer at kunna geva okkum immunitet.

DISCLAIMER
Eg eri lækni, men kann als ikki kalla meg ekspert á hesum økinum. Tað er møguligt at okkurt eg skrivi omanfyri hevur onkran feil. Men eg eri vísur í, at reproduktiónsratan sum varð brúkt í KVF var ov høg, og tí gevur ov høg tøl.