Landssjúkrahúsið: Bara tær viðgerðir, sum kunnu bíða, verða útsettar

corona18-03-2020 - 10:00 - Jóanis Nielsen

Landssjúkrahúsið setti ferðina niður í síðstu viku og í løtuni er virksemið avmarkað á ymsu deildunum. Hetta rakar mest sum øll ambulatoriini og tær planløgdu skurðviðgerðirnar.

Tað er tó umráðandi at gera greitt, at allir sjúklingar, sum hava tørv á viðgerð, sum ikki kann bíða, fáa neyðugu viðgerðina.

Tað eru serlæknar sum meta um í hvørjum einstøkum føri og starvsfólk á Landssjúkrahúsinum seta seg í samband við sjúklingarnar.