Landssjúkrahúsið fer at kanna á útoyggj

corona08-08-2020 - 22:45 - Jóanis Albert Nielsen

Nú er greitt at LS fer at skipa fyri, at øll tey sum búgva á útoyggj, fáa møguleikan at taka eina corona roynd. Hetta verður gjørt í komandi viku, í samstarv við tyrludeildina hjá Atlantsflog.

Fyrr í dag frættu vit, at Thetis hevði boðið seg til at taka royndirnar í Skúgvi, og eiga stóra tøkk fyri tað. Nú er so gongd komin á, og vónandi verður veðrið eisini til vildar, skrivar Útoyggjafelagið.