Landsstevna hjá Bláa Krossi Føroya: Øll hava rætt til góð barnaár

mentan13-03-2019 - 14:23 - Jóanis Nielsen

 Komandi vikuskifti hevur Blái Krossur Føroya landsfund á Toftum. Á skránni verður millum annað almennur pallborðsfundur, har umboð frá øllum politisku flokkunum fara at tosa um týdningin av at taka hond um børn, sum vaksa upp í heimum, har rúsur er ein avbjóðing.

 

Øll hava rætt til góð barnaár

Blái Krossur Føroya hevur í nøkur ár arbeitt við verkætlanini ‘Øll hava rætt til góð barnaár’, har fokus hevur verið at hjálpa børnum og ungum, ið vaksa upp í heimum, har rúsur er ein avbjóðing. Hetta verður evnið á pallborðsfundinum leygardagin kl. 15.30, har Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, og umboð fyri allar politisku flokkarnar á tingi luttaka.

 

Jón Brian Hvidtfelt er orðstýrari á pallborðsfundinum. Sløkkiliðsmennirnir luttaka við sangi.

 

Á skránni til landsfundin er eisini aðalfundur, ungdómsmøti leygarkvøldið og eitt spennandi ‘Syngið við’ kvøld sunnukvøldið, har harmonikuvinir luttaka. Eisini verður sunnudagsskúli sunnudagin, har barnakórið í Tabor syngur og børnini fáa ballónir og sunkist.

 

Skráin fyri landsfundin kann lesast á blakross.fo