Landsstýrið latið Løgtinginum 85 mál

Politikkur05-03-2021 - 16:30 - Jóanis Albert Nielsen

Í hesi tingsetu hevur landsstýrið lagt tilsamans 85 mál fyri Løgtingið. Talan er um 66 løgtingslógaruppskot, 4 fíggjarlógaruppskot, 9 uppskot til ríkislógartilmæli, 3 frágreiðingar og 3 uppskot til samtyktar. Sí málini átinglistanum.

Síðan ársskiftið hevur landsstýrið latið Løgtinginum 36 mál. Millum hesi uppskot eru:

• Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tilbúgving
• Uppskot til løgtingslóg um KT-heildarætlan fyri undirvísingarverkið
• Uppskot til løgtingslóg um at byggja umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið
• Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan

Dømi um uppskot, sum eru samtykt í hesi tingsetu eru:

• Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i lov om Det Centrale Personregister (CPR-loven)
• Uppskot til løgtingslóg um royndarskipan um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 og 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi
• Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Dagføring av skattafríu upphæddini til sjálvboðið arbeiði innan ítróttaøkið)
• Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tunlar Norður um Fjall við tilhoyrandi vegum (Hækka játtanarkarmin frá 252 mió. kr. til 522 mió. kr.)
• Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja tveir vardar bústaðir í Tórshavn (Sambýlið á Mýrini í Hoyvík)
• Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Leinging av rættinum til barsilspening, hækkan av barsilsgjaldinum og broyting viðvíkjandi kærunevndini)

Møguleiki er at lata Løgtinginum uppskot eftir vanligu freistina, men tey uppskotini krevja undirskriftir frá í minsta lagi 17 tingfólkum. Eftir ætlan fer landsstýrið at leggja nøkur uppskot fram eftir seinasta framløgudag. Millum teirra verða:

• Uppskot til løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (veiðigjaldslógin)
• Uppskot til løgtingslóg um innkomuvegin til Tórshavn
• Uppskot til løgtingslóg um tunnil til Fámjin


Løgmansskrivstovan