Landsstýrismaðurin raðfestir útbúgving av yngri læknum

Politikkur31-07-2020 - 19:42 - Jóanis Albert Nielsen

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um stóra áhugan fyri útbúgvingarstørvunum í sjúkrahúsverkinum, at so nógvir føroyskir yngri læknar ynskja, at koma til Føroyar at arbeiða. Landsstýrismaðurin hevur tí eisini sett sær fyri at arbeiða við, at økja um talið av útbúgvingarstørvum í sjúkrahúsverkinum í Føroyum.

Serstøk játtan til útbúgving av yngri læknum varð sett á stovn í 2004. Í løtuni eru 16 KBU-læknar í útbúgvingarskipanini, 8 læknar í introstørvum innan ymiskar sergreinar og 10 læknar undir høvuðsútbúgving til kommunulækna.

Seinastu árini hevur verið arbeitt við at økja talið av útbúgvingarstørvum til føroyskar yngri læknar. Síðan 2018 hava føroyskir læknar havt framíhjárætt til KBU-størvini í sjúkrahúsverkinum. KBU er stytting fyri klinisk basisuddannelse, sum er fyrsta stigið víðari á yrkisleiðini hjá útbúnum læknum. Í hesum tíðarskeiðinum er talið av KBU-størvum eisini økt frá 12 til 20 um árið.

Í fíggjarlógini 2020 er játtan eisini veitt til ein útbúgvingarsamskipara, at hava ábyrgd av at stuðla undir og virka fyri dygdini í KBU-intro- og høvuðsútbúgvingini innan almenn medisin.

Harumframt verður alsamt arbeitt við at menna útbúgvingarstørv. Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri sergreinar góðkendar til introstørv og partar av høvuðsútbúgvingarstørvum.

Landsstýrismaðurin er í góðum dialogi við sjúkrahúsverkið og útbúgvingarnevndina, sum setur yngri læknar í starv, og hevur ábyrgdina av at skipa virksemi í mun til játtanina til útbúgving av yngri læknum.

Í sambandi við fíggjarlógararbeiðið fyri 2021, hevur landsstýrismaðurin biðið útbúgvingarnevndina gera eina lýsing av tørvinum á útbúgvingarstørvum í skipanini, umframt eina útbúgvingarætlan fyri komandi árini.

Í viðmerking sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður:"Í samstarvi við sjúkrahúsverkið og útbúgvingarnevndina, varð gjørt av at raðfesta KBU-størv og útbúgvingarsamskipara í 2020.

Arbeitt verður framhaldandi við raðfestingum innan útbúgvingarøkið. Ein lýsing av tørvinum á útbúgvingarstørvum og ein útbúgvingarætlan frá útbúgvingarnevndini, verður eitt haldgott grundarlag til frameftir, at kunna taka støðu til raðfestingar av útbúgvingarstørvum, bæði innan kommunulæknaøkið og sergreinar innan sjúkrahúsverkið.

Tað er at fegnast um, at talið av føroyskum ungum læknum økist, og at fleiri av hesum læknum ynskja at koma til Føroyar at arbeiða sum yngri læknar. Tað er somuleiðis at fegnast um, at sjúkrahúsverkið er til reiðar at taka ímóti yngri læknum. Hetta verður eitt økið, sum eg ætli at raðfesta frammarlaga í sambandi við fíggjarætlanina fyri 2021."