Andrias Høgnason Eriksen í samrøðu við portal.fo - Mynd: Hans Erik Danielsen

Lars hevur kosið sínar útvaldu

ítróttur28-05-2019 - 20:15 - Jóanis Albert Nielsen

Á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin týsdagin kunngjørdi Lars Olsen hópin til EM-undankappingardystirnar móti Spania og Norra. Nýggir í hópinum eru Andrias Eriksen og Jákup B. Andreasen.

Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur saman við hjálparvenjaranum, Jóannesi Jakobsen kunngjørt hópin til EM-undankappingardystirnar móti Spania og Norra.

Tveir spælarar eru boðsendir hesaferð, sum ongantíð áður hava verið partur av A-landsliðnum. Talan er um Andrias Høgnason Eriksen úr B36, og Jákup B. Andreasen úr KÍ.

Hópurin

Teitur Matras Gestsson, HB

Karstin Hansen, Skála

Kristian Joensen, KÍ

Atli Gregersen, Víkingur

Odmar Færø, Hamarkameratene (NOR)

Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)

Magnus Egilsson, HB

Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)

Andrias Høgnason Eriksen, B36

Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DAN)

Rene Shaki Joensen, Grindavík (ÍSL)

Hallur Hansson, AC Horsens (DAN)

Brandur Hendriksson Olsen, FH Hafnarfjørður (ÍSL)

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)

Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ÍSL)

Árni Frederiksberg, B36

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Meinhard Egilsson Olsen, Kristiansund BK (NOR)

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

Jákup Ludvig Thomsen, FH Hafnarfjørður (ÍSL)

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Fríggjadagin 7. juni klokkan 19:45 spæla Føroyar og Spania á Tórsvølli, og mánadagin 10. juni klokkan 19:45 tekur føroyska landsliðið ímóti Norra.

Myndir: Hans Erik Danielsen/FSF