Lastbilur gleið útav Oyggjarvegnum

top30-11-2020 - 19:00 - Jóanis Albert Nielsen

Um middagsleitið hendi eitt ferðsluóhapp á Oyggjarvegnum, tá ið ein lastbilur fór útav vegnum í hálkuni.

Portal.fo skrivar: – Førarin kláraði at fara úr bilinum sjálvur, og bilurin varð fluttur einar 40 minuttir eftir óhappið, hann hevur helst verið líka til at tikið upp, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Førarin varð fluttur á sjúkrahúsið til kanningar, men seinnapartin varð hann sendur heim, eftir at tað varð staðfest, at hann ongan skaða hevði fingið.