Lat tónleikin vera tín rús

Mentan28-06-2019 - 10:00 - Jóanis Albert Nielsen

Summarið er komið og tað merkir festivalar! Liv Lívið hevur í samstarvi við Okkara Voxbotn, G! Festivalin og Summarfestivalin koyrt eitt átak í gongd við slagorðinum “Lat tónleikin vera tín rús”.

– Átakið gongur út uppá at eggja fólkið til at njóta summartónarnar til fulnar uttan ávirkanina av rúsevnum, ovurnýtslu av rúsdrekka, og samstundis fyribyrgja fyllskapi ímillum tannáringar. Við hesum slagorði ynskja vit at røkka út til Føroya fólk við einum jaligum boðskapi um at njóta tónleikin og ansa sær við rúsevnum og rúsdrekka, sigur Lív Justinussen, samskipari av Liv Lívið verkætlanini.

Átakið hevur fingið stóran íblástur frá verkætlanini hjá Danska heilsumálaráðnum, ið kallast “Music against drugs”. Hetta átak byrjaði sum eitt samstarv við Roskilde Festival og Dansk Live, og í dag eru flestu danskir festivalar við í átakinum. Í hesum átaki verður stórur dentur lagdur á at vísa ávirkanina, ið ovurnýtsla av rúsdrekka og nýtsla av rúsevnum kann føra við sær.

Liv Lívið er ein verkætlan hjá Bláa Krossi Føroya, ið snýr seg um at eggja ungum til liva og njóta lívið uttan rús.

– Vit vilja ígjøgnum hesa verkætlan vísa á, at gaman og hugni eisini er at finna í rúsfríum løtum, sigur Lív. Samstundis arbeiða vit við at fyribyrgja at ung koma illa fyri ella gerast bundin av rúsdrekka ella rúsevnum. Ein partur av arbeiðinum gongur fyri seg á festivalum og øðrum tiltøkum um summarið, har tann væl kenda bingjan verður nýtt til at bjóða ungdóminum eina rúsfría veitslu.

Á heimasíðuni www.livlivid.fo kanst tú lesa meira um verkætlanina Liv Lívið. Á síðuni er bæði tilfar til ungdómin og til tey vaksnu, ið eru um ungdómin.

Tíðindabræv frá Bláa Krossi Føroya