Leið 300 av flogvøllinum skal bíleggjast frammanundan

20-05-2020 - 08:04 - Jóanis Albert Nielsen

Fyri at fyribyrgja at Covid19 fer at gera um seg aftur, tekur Strandfaraskip Landsins atlit til ferðafólk av flogvøllinum.

Strandfaraskip Landsins setir tískil ein buss inn at koyra flogvøllurin – Tórshavn. Hesin bussurin tekur ikki onnur ferðafólk upp á leiðini, men koyrir beinleiðis, bert við ferðafólki sum koma við flogfarinum.

Flogleiðin skal bíleggjast á telefon nummar 770000 dagin fyri ynsktu fráferð. Skipanin er galdandi frá 20. mai.

Heitt verður á ferðafólk um at halda 1 meturs frástøðu og hava gott reinføri.