Leiðari til sølu- og kundatænastuna hjá Atlantic Airways

Lýsing08-10-2019 - 16:07 - Jóanis Albert Nielsen

 Ert tú tænastusinnað/ur við stóra T? Hevur tú áræði, dirvi og sølutev? Og dugir tú at síggja stóru myndina, at seta út í kortið og at leiða? So er tað kanska tær vit leita eftir.

Atlantic Airways skal hava nýggjan leiðara til sølu- og kundatænastuna.

Tað hevur stóran týdning, at tú: 

  • Ert tænastusinnað/ur og harvið hevur evni og vilja til at veita viðskiftafólki okkara eina tænastu í serflokki, umframt at tú hevur sans fyri sølu
  • Hevur lætt við at arbeiða talgilt og at seta teg inn í nýggjar KT-skipanir
  • Hevur góð leiðaraevnir og sært týdningin í at framhaldandi menna og skapa ein góðan starvsfólkatrivnað
  • Hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk fólk, bæði tá ið tað kemur til kundar og uppá tvørs av deildum 

 

Um starvið:

  • Tú skalt standa á odda fyri okkara sølu- og kundatænastu á høvuðsskrivstovuni og í farstøðini á flogvøllinum
  • Tað verður tín uppgáva at skipa dagliga arbeiðið á deildini við vaktarseting og arbeiðsbýti, so gerandisdagurin gongur so smidliga sum gjørligt
  • Eisini er tað ábyrgdin hjá tær at tryggja eitt støðugt høgt tænastustig, har kundin altíð verður settur í miðdepilin


Vit bjóða: 

Eitt áhugavert, avbjóðandi og fjølbroytt starv innan sølu, kundatænastu og ferðavinnu. Tú fert at arbeiða á einum spennandi og dynamiskum arbeiðsplássi, har ferðin ofta er høg og nógv hendir samstundis, og arbeiðsdagarnir og uppgávurnar ofta eru ymiskar. Tú fært møguleika at ganga undan og at áhaldandi menna sølu- og kundatænastuna hjá Atlantic Airways, soleiðis at vit støðugt kunnu veita viðskiftafólkum okkara eina tænastu í serflokki.

 Krøv: 

Tú hevur royndir innan leiðslu og sølu- og kundatænastu. Eisini dugir tú væl føroyskt, norðurlendskt og enskt í skrift og talu. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur royndir innan ferðavinnuna og tær skipanir, ið eru knýttar at bílegging av flogferðaseðlum og líknandi. Eisini skalt tú hava royndir at arbeiða við KT-skipanum.

 

Løn- og setanartreytir

Sambært avtalu. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara og á farstøðini í Vága Floghavn.

Vilt tú hava meira at vita? Set teg so í samband við Elina Sigvardsen, HR-leiðara, á elin@atlantic.fo ella á tlf. 21 37 02 ella Jóhonnu á Bergi, stjóra, á tlf. 21 37 30.

Umsókn: 

Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@atlantic.fo í seinasta lagi hósdagin 31. oktober 2019. Starvið verður sett skjótast til ber. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.