Liðformaðurin longt sáttmálan

ítróttur22-11-2019 - 07:23 - Jóanis Albert Nielsen

07Vestur: Høgni Egilstoft Nielsen hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við 07 Vestur. 22-ára gamli sandavágsmaðurin hevur verið ímillum stuðulsleikararnar í fleiri ár longu, og vit fegnast um, at hann tekur enn eitt tørn!

Eg eri sera spentur uppá komandi avbjóðingarnar", sigur Høgni, "og gleði meg at verða partur av at eitt nýtt lið verður bygt upp við lokalum leikarum".

Tað ljóðar ótrúlig, men vit skulu heilt aftur til 2013 fyri at finna fyrsta dystin hjá Høgna á besta mansliði okkara. Tað var í Betri Deildini í dyst móti B36 á heimavøllli, at Høgni, tá bert 16 ára gamal, kom á vøllin. Hann er nú okkara liðskipari og hevur leikt 155 dystir á besta liði.

Vit eru errin av liðskipara okkara og gleða okkum nógvar góðar løtur saman á Dungasandi og úti um landi í framtíðini.