Liðskiparin hjá 07 Vestur spælir ikki aftur í ár

ítróttur08-04-2020 - 14:40 - Jóanis Albert Nielsen

Liðskiparin hjá 07 Vestur, Høgni E. Nielsen, verður ikki at síggja á fótbóltvøllinum aftur í ár. Hann spældi við í 1. umfarið tá ið 07 Vestur var á vitjan hjá B71.

Høgni fekk ein skaða í einum dysti seinasta kappingarár, og hevur nú fingið at vita at hann hevur slitið krossbandið.

Høgni sigur við JN.fo, at hann verður ikki at síggja á fótbóltvøllinum aftur hetta kappingarárið, tí hann skal undir skurð seinni í ár.