Liðskiparin undirskrivað nýggjan sáttmála

ítróttur24-10-2020 - 19:23 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjárkvøldið setti Martin Tausen undirskrift sína á nýggjan sáttmála, sum inniber at hart arbeiðandi generalurin tekur enn eitt tørn í 07 Vestur.

30-ára gamli tvørámaðurin spælir í ár sítt fimta kappingarár fyri 07 Vestur, eftir at hann flutti vestur (ella norður, sum hann helst sigur sjálvur) undan kappingarárið 2016. Síðan hevur hann verið í barndómsfelagnum TB eitt hálvt kappingarár, tað var í fjør, men annars spælt her hjá okkum.

Martin spældi nógv á miðjuni frá byrjan eftir at hann flutti vestur, men hevur annars spælt í miðverjuni. Í ár, meðan Høgni hevur verið skaddur og av tí at Eiler brádliga breyt ígjøgnum í miðverjuni, hevur Martin verið aftur at síggja mitt á miðjuni, har leiðaraevnini, stríðsviljin og royndirnar veruliga koma til sín rætt - og liðinum til góðar.

Hesi fimm árini hevur Martin spælt 105 dystir fyri besta lið okkara og fingið 12 mál, og vit gleða okkum at síggja nógvar dystir afturat