Lions Club Vágar givið gávur til Sverra

top09-06-2019 - 23:11 - Jóanis Albert Nielsen

Bjargingarbáturin Sverri hevur fingið eina undirvatnsdronu og ein hjartastartara í gávu frá Lions Club Vágar. Gávurnar blivu handaðar umborð á bátinum seinnapartin í dag.

Fyrst vóru limir í Lions ein siglitúr við Sverra, og síðani var handanin av gávunum við bryggjuna á Oyragjógv.

Undirvatnsdronan skal hjálpa bjargingarbátinum, tá ið talan er um leiting á havbotninum. Eisini er hon hent at hava, tá ið bátar hava fingið um skrúvuna, og skaðin skal kannast.

Hans Jákup Jacobsen, formaður í Vága bjargingarfelag, tók ímóti gávuni. Hann var sera fegin um gávuna. Hann takkaði fyri, og nevndi stóra týdningin av, at Lions vil stuðla bjargingarfelagnum.

Lions Club hevur í mong ár savna pening inn, sum verður givin til vælgerðandi endamál av ymiskum slag. Mest kenda tiltakið, er árliga tiltakið á Giljanesi við eydnuhjólið og øðrum. Mangir av limunum hava í áravís verið partur av Lions Club, og hava trúfastir savna eina rúgvu inn til vælgerandi endamál.

Vága bjargingarfelag rekur bjargingarbátin Sverra. Fasta manningin telur 24 sjálvboðin fólk, sum eru á vakt sættu hvørja viku. Afturat hesum er eyka manning og tilkalling, um tørvur er á serligari hjálp. T.d hevur hann lækna, kavara og sjúkrarøktarfrøðing á tilkalli-vakt. Eisini er ein ungdómsmanning knýtt at bátinum. Í ungdómsmanningini eru ung undir 18 ár. Á henda hátt læra tey um bjarging og sjómansskap, og sleppa eisini onkrar túrar við bátinum.

Sverri er partur av tilbúgvingini á sjónum, sum MRCC samskipar. Báturin er javnan úti til bjarging og leiting. Størsti parturin av uppgávunum hjá bátinum hevur verið sleip av bátum.

Báturin er serliga væl egnaður til sigling í ringum veðrið og til leiting. Hann er útgjørdur við skipan ið ger, at hann sjálvur vendur sær á rættkjøl, um hann hvølvist. Umframt vanligu útgerðina, hevur hann eisini FLIR kamera ið gerð, at hann er sera væl útgjørdur til leiting.