Jógvan Telling og Hjalti Skaalum frá Heilafelagnum saman við forsetanum í Lions Club Tórshavn, Jógvan Emil Nielsen, tá ið tær 60.000 krónurnar vórðu handaðar.

Lions stuðlar Heilafelagið

mentan20-05-2020 - 19:19 - Jóanis Nielsen

Lions Club Tórshavn hevur handað Heilafelagnum 60.000 krónur til eina verkætlan, ið skal fremja taluvenjing í Føroyum fyri seinheilaskadd fólk

Eingin skipað taluvenjing er í Føroyum fyri seinheilaskadd fólk, sum eru í aldrinum millum 18 og 67 ár, og tí hevur Heilafelagið sett ein arbeiðsbólk at arbeiða við eini verkætlan, ið skal fremja hesa venjing.

Eitt nú skal henda verkætlan kanna og lýsa, hvørji tilboð eru í Føroyum, umframt at gerast skal ein tørvskanning. Eisini verða tøkniligir møguleikar kannaðir og hvussu taluvenjing verður skipað í øðrum londum.

Heilafelagið er felag fyri fólk, sum er rakt av apopleksi og afasi og onnur, ið vegna sjúku ella vanlukku eru vorðin seinheilaskadd, og endamál felagsins er at kunna um seinheilaskaða og at styrkja um fyribyrging, skjóta viðgerð og endurvenjing fyri fólk við seinheilaskaða.

Av tí at omanfyri nevnda verkætlan er krevjandi, umfatandi og – ikki minst – átrokandi, valdi Lions Club Tórshavn at lata Heilafelagnum allan ágóðan av ólavsøkuframsýningini í 2019 til júst hesa verkætlanina, og gjørdist talan um eina upphædd upp á 60.000 krónur.