Løgmaður ætlar at banna vandamiklum vápnum

Politikkur24-09-2020 - 07:52 - Jóanis Albert Nielsen

Tíðin er búgvin at endurskoða ásetingarnar í vápnalógini um, hvørji vápn skulu vera lóglig og hvørji vápn eiga at vera bannað.

Tað gjørdi løgmaður greitt undir orðaskiftinum um vápnalógina í Løgtinginum í gjár.

“Fleiri vápn, sum í dag eru loyvd, kunnu elva til stóran skaða. Tí er neyðugt at hyggja nærri at, um vit eiga at bannað fleiri teirra,” heldur Bárður á Steig Nielsen, sum umframt at røkja løgmansembætið, eisini hevur ábyrgd av lógarmálum í landsstýrinum.

Sostatt tekur løgmaður millum annað undir við Politistafelagnum, sum hevur víst á, at tørvur er á at dagføra vápnalógina.

Vápnalógin er frá 1969 og ásetingarnar um, hvørji vápn eru lóglig og hvørji eru bannað, eru ikki broyttar síðani.