Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Løgmansskrivstovan)

Løgmaður mælir til at endurskoða stýrisskipanarlógina

politikkur19-02-2020 - 16:46 - Jóanis Nielsen

Tíðin er búgvin til at endurskoða fleiri tættir í stýrisskipanarlógini. Tað gjørdi løgmaður greitt í Løgtinginum í dag undir orðaskiftinum um at broyta almennu heitini í stýrisskipanarlógini. Løgmaður heldur, at stig eiga at verða tikin til at hyggja nærri at stýrisskipanarlógini í einari heild heldur enn at gera einstakar broytingar.

“Tað eru fleiri tættir í stýrisskipanarlógini, sum vit eiga at hygga at. Umframt spurningin um almennu heitini í lógini skulu broytast, er tað neyðugt at dagføra ásetingarnar um fíggjarmál, eins og støða skal takast til partin, sum ásetur, at millumtjóða sáttmálar altíð eru yvir føroyskari lóggávu. Tað skilabesta er, at vit viðgera allar broytingarnar undir einum," vísir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á.

Stýrisskipanarlógin varð samtykt á Føroya løgtingi í 1994. Hon er at kalla ikki broytt síðani. Verða stig tikin at broyta stýrisskipanarlógina, so krevst, at tvey Løgting samtykkja broytingarnar.

“Stýrisskipanarlógin er omanfyri aðra lóggávu, og tí eiga allar broytingar í lógini at hava breiða politiska undirtøku. Eg fari tí at heita á umboð fyri allar politiskar flokkar um at seta seg saman fyri at stinga út í korti, hvussu vit kunnu skipa arbeiðið við at endurskoða stýrisskipanarlógina,” heldur løgmaður.