Løgmaður sett ferð á arbeiðið at dagføra stýrisskipanarlógina

Politikkur21-09-2020 - 22:03 - Jóanis Albert Nielsen

Arbeiðið við at endurskoða og dagføra fleiri tættir í Stýrisskipan Føroya er nú byrjað.

Fyrrapartin hava løgmaður og formenninir í flokkunum umrøtt fleiri viðurskifti í stýrisskipanarlógini. Løgmaður hevur gjørt greitt, at hann heldur, at tíðin er búgvin at endurskoða lógina í einari heild. Á fundinum fyrrapartin vórðu hesi viðurskifti millum annað umrødd:

  • Almennu heitini á løgtingsformanni, løgtingsmonnum, løgmanni og landsstýrismonnum

  • 55 í stýrisskipanarlógini um, at millumtjóða sáttmálar eru yvir føroyskari lóggávu

  • Fíggjarparturin

  • Um tey undir verjumáli eisini eiga at fáa valrætt til Løgtingið

“Stýrisskipanin er oman fyri aðra lóggávu, og tí eiga broytingar í lógini at hava eina breiða politisku undirtøku. Eg vóni tí, at vit í felag, kunnu stinga úti í korti, hvørjar broytingar skulu gerast,” heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Stýriskipan Føroya varð samtykt á Føroya løgtingi í 1994. Hon er at kalla ikki broytt síðani. Verða stig tikin at broyta stýrisskipanarlógina, so krevst, at tvey Løgting samtykkja broytingarnar.