Løgreglan hevur avbyrgt stóran part av Uppi í Húsi í Miðvági

10-12-2019 - 12:00 - Jóanis Nielsen

 Tað var ógvusligt í Húsagarði í gjárkvøldið, fleiri skot, nógvir løgreglumenn og fólk fingu boð um at halda seg innandura.

Tað tók eisini drúgva tíð áðrenn tamarhald var á støðuni, løgreglan kom á staðið stutt eftir kl. 20 í gjárkvøldið og farið var av midnátt áðrenn alt var avblást.

Í morgun er stórur partur av Húsagarði avbyrgdur av løgregluni, løgreglan er eisini á staðnum.