Løgreglan: Veitst tú nakað um hetta

top25-10-2020 - 13:56 - Jóanis Albert Nielsen

 Stutt áðrenn kl. 3 leygarmorgunin varð ein maður álopin í Steinatúni. Maðurin varð sparkaður fleiri ferðir av 3 monnum, sum komu gangandi framvið, har álopni maðurin sat.

Politiið ynskir at hoyra frá fólki, sum hava sæð tilburðin ella hava upplýsingar, sum kunnu brúkast í málinum.
Ringið á politistøðina 351448 ella 114.