Lokalradio í Vágum

mentan14-02-2018 - 15:44 - Jóanis Nielsen

 Petur Heinesen úr Sandavági hevur tikið stig til at seta lokalradio í Vágum á stovn. Í ÚF í greiddi Petur frá, at ætlanin var at lokalradio í Vágum í fyrstu syftu fór at venda sær til tað unga fólkið, men ætlanin var eisini at gera sendingar til tey tilkomnu.

Petur hevur ávísar royndir, frá tíðini hann búði í Danmark, við at gera sendingar.

Við ÚF segði Petur, at tað kom ikki at ganga so lang tíð, so fór lokalradio í Vágum at senda.