Lokalur valfundur í Vágum

Politikkur20-08-2019 - 22:51 - Jóanis Albert Nielsen

Skipað verður fyri lokalum valfundi, har valevnini, sum eru uppstillaði í Vágum, luttaka. Fundurin verður týskvøldið 27. august frá kl 20 til 21:30 í Marghøllini í Sørvágs skúla.


Høvi verður hjá øllum at seta valevnunum spurningar og viðmerkja.

Lagt verður upp til at fáa vágafólk at fylkjast um at velja vágafólk inn á Løgting.

Vegna fyrireikararnar
Elin Doris á Mýrini, Elsebeth Davidsen og Heðin Poulsen