Lukas Graham er komin til Føroyar

Mentan10-08-2017 - 08:07 - Jóanis Albert Nielsen

Í morgun klokkan 07:30 setti eitt flogfar hjá Atlantic Airways seg í Vágum, og umborð var m.a. Lukas Graham, sum skal spæla á Vágsbøi á Summarfestivalinum í kvøld klokkan 22:00.

Soleiðis byrjaði Summarfestivalurin tíðindaskrivi tá ið teir kunngjørdu at Lukas kom aftur til Føroyar at spæla: "Bólkurin Lukas Graham telist millum heitastu og størstu poppstjørnur í heiminum í løtuni, og í grundini skuldi tað verið púra óhugsandi, at bólkurin leitaði til Føroya at spæla júst nú. Men tað gera teir." Sí alt skrivi her.

Lukas Graham var eisini á Summarfestivalinum fyri tveimum árum síðani, sí myndir frá tí framførsluni her.