Marjus skrivað sáttmála

ítróttur30-12-2020 - 09:46 - Jóanis Albert Nielsen

Marjus Egilstoft Nielsen hevur júst undirskrivað sáttmála við 07 Vestur. 17-ára gamli sandavágsmaðurin verður sostatt eisini ímillum teir, sum skulu kappast við meira royndu leikararnar um pláss á besta liði okkara.


Ungi framrættaði leikarin við eyðkenda dupulta eftirnavninum, sum hann deilir við liðskipara okkara, og systkinabarn sítt Høgna, fekk sínar fyrstu dystir á besta liði í heyst. Tað blivu til 4 dystir, men hann gjørdi ikki mætari enn at skjóta 3 mál. Tað fyrsta eitt sera umráðandi mál í spennandi uppgerðini móti B68 á heimavølli, har hann punkteraði dystin við at skora til 2-0 í yvirtíðini.

Vit síggja fram til at fylgja gongdini, og gleðast sjálvsagt um at síggja okkara egnum fáa møguleikan, skrivar 07 Vestur.