Markið millum arbeiði og frítíð kámast alsamt

Politikkur13-08-2019 - 16:42 - Jóanis Albert Nielsen

Starvsmannafelagið: LØGTINGSVAL 2019: “Working nine to five” sang amerikanska sangarinnan, Dolly Parton, fyri skjótt 40 árum síðani. Í dag má hetta sigast at vera broytt. Markið millum arbeiðstíð og frítíð kámast meira og meira og er í nógvum førum næstan horvið. Fleiri av okkum bæði lesa og svara teldupostum og telefon, tá arbeiðsdagurin annars skuldi verið lokin.


Noomi K. Rasmussen,
nevndarlimur í Starvsmannafelagnum


Nýggj tøkni við farteldum, snildfonum og teldlum er sera góð. Onkuntíð dugi eg ikki at ímynda mær, hvussu tað var, áðrenn hendan frálíka tøknin kom. Men líka so ofta hugsi eg: Bara arbeiðið var eftir á matriklinum, har eg starvist. Tað tykist, sum um markið millum arbeiði og frítíð gerst alsamt kámari. Tú kanst samskifta skjótt og lætt, og tú fært lisið teldupostar á tíni snildfon, tí alt ber til í dag

Øll hendan nýggja tøknin er góð, har hon kemur tær til góðar sum starvsfólk. Men til tíðir kennist tað, sum tøknin er munandi betri fyri arbeiðsgevaran og meira ein vansi fyri okkum starvsfólk. Tí hvar er markið millum frítíð og arbeiði? Hevur tú sum starvsfólk rætt at nokta at taka telefon og svara telduposti eftir arbeiðstíð

Javnvág millum arbeiði, frítíð og hvíld er eitt av kjarnumálunum hjá Starvsmannafelagnum, Felagið vil hava hetta sera týðandi mál at vera partur av valkjakinum til komandi løgtingsval.

Líka síðani løntakarar fóru at skipa seg í fakfeløg, hevur tað verið eitt aðalmál at fáa samanhangandi hvíld og frítíð, ið loyvir einum at gera annað enn at arbeiða. Tó at sáttmálar og arbeiðsmarknaðarlóggáva stuðla hesum, eru í dag greið tekin um, at mørkini eru farin at kámast. Javnvágin er komin undir trýst. Nýggj tøkni og arbeiðsgongdir hava gjørt, at arbeiðslívið er farið at breiða seg til frítíð og hvíld. Í ringasta føri kann gongdin hava heilsuligar og fíggjarligar avleiðingar fyri einstakligar, familjur og samfelagið.

Starvsmannafelagið heldur:
Arbeiðsgevarar og politiska skipanin eiga við hóskandi tiltøkum at tryggja, at markið millum arbeiðslív og frítíð ikki verður skeiklað.

Hvat heldur tú? Er hetta ikki nakað, sum eigur at viðgerast politiskt? Tí hvat er at hava frí, og nær hevur tú tað? Sum støðan á arbeiðsmarknaðinum hevur ment seg, veitrar svarið framvegis í vindinum. Tí mugu vit hava eitt veruligt kjak um hetta. Og hvat er meira hóskandi enn at fáa tað undan einum løgtingsvali, tá nýggj politisk kós skal setast av okkara kosnu?