Medina á Okkara Voxbotn 2020

Mentan08-03-2020 - 09:39 - Jóanis Albert Nielsen

Danska popp-drotningin kemur aftur til Føroya. Hesaferð fer hon at framføra sín frálíka tónleik á Okkara Voxbotn, sum verður í Vágsbotni 27. juni.

Hon hevur vunnið tað sum kann vinnast av donskum heiðurslønum, og hon hevur framleitt og framført fleiri løg, sum hava rokkið fremstu rók í donsku miðlunum. 38 ára gamla songkvinnan hevur verið stórur partur av danska tónleikahválvinum síðani 2007, tá hon gav út fyrstu stakløgini. Hon er ein óvanliga dugnalig songkvinna, og hennara tónleikur er lívligur, vakur og erligur.

Nú koma hon og bólkur hennara at seta lív í fjøldina, tá tey fara á pallin til Okkara Voxbotn 2020. Hennari nútímans, fríski og dansivinaligi tónleikur var serstakliga væl móttikin av áhoyrarum, og hon gjørdist skjótt ein hin mest umbidni danski tónleikarin. Við hittum sum “Kun for mig”, “For altid” og “Jalousi” kunnu vit vissa, at góðskan verður í topp.

Frammanundan er greitt, at Dizzy Mizz Lizzy, Gulddreng, I Am, Surma, Signar og John, Swangah, Sam Feldt og Tungevaag fara á framføra á Okkara Voxbotn 2020.

Atgongumerki fáast á ebillett.fo, í Power í SMS og í Fast handlunum kring landið fyri kr. 650,-.

Okkara Voxbotn 2020 - í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, Betri Ung, Posta, Hvonn, Bilrøkt, Power, Pepsi, Hey og Okkara.