Meirnýtslan á Glasi fær ikki starvsrættarligar avleiðingar fyri aðalstjórar

Politikkur01-07-2019 - 15:25 - Jóanis Albert Nielsen

Meirnýtslan á Glasi eigur ikki at fáa starvsrættarligar avleiðingar fyri aðalstjórarnar á Samferðslumálaráðnum og Mentamálaráðnum.

Tað er niðurstøðan í einari yvirskipaði meting, sum er gjørd um leiklutin hjá aðalstjórunum í sambandi við meirnýtsluna á Glasi.

Metingin byggir millum annað á frágreiðingina hjá Landsgransskoðanini, frágreiðingarnar hjá aðalstjórunum á Samferðslumálaráðnum og Mentamálaráðnum og samrøður við nýggju leiðsluna hjá Landsverki.

Í niðurstøðuni verður staðfest, at tað hevur verið meira enn trupult hjá aðalstjórunum á Samferðslumálaráðnum og Mentamálaráðnum at fáa greiðu á meirnýtsluni á Glasi, tí leiðslan á Landsverki upplýsti heilt fram til oktober 2018, at játtanin fór at halda. Við støði í teimum upplýsingunum, sum eru fingnir til vega í málinum higartil, verður ikki mett, at tað er brot á eftirlitsskylduna hjá aðalstjórunum, at teir ikki vistu, at meirnýtslan á Glasi fór fram.

Løgmaður tekur niðurstøðuna til eftirtektar.

Tað er Gunn Ellefsen, advoktatur, sum hevur ráðgivið Løgmansskrivstovuni í málinum. Eisini hava Løgmansskrivstovan og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum luttikið í arbeiðinum.

Lesið metingina her