Mentanarvika í Vági

mentan12-03-2019 - 12:38 - Jóanis Nielsen

Í døgunum frá mánadegnum 29. apríl til og við leygardagin 4. mai verður Mentunarvika í Vági. Á skránni Mentanarvikuna verður millum annað tónleikur, framførslur, framsýningar, fyrilestrar, rørsla- og ítróttur, náttúru-upplivingar - og ikki minst annarleiðis spennandi matar-tilboð í nærumhvørvinum.

 

Fyrsta vikuskiftið í mai er sum vant Dansibandsfestivalur í Vági og endar Mentanarvikan í Vági í ár við Dansibandsfestivalinum á Eiðinum leygarkvøldið.

 

Mentanarvikan bjóðar eisini uppá stóra finaludagin í Skúlafótbólti, sum verður tórsdagin 2. mai, tá fleiri enn 500 børn og ung leggja leiðina til Vágs til stóra finaludagin í Skúlafótbólti.

 

Nógv meiri verður at frætta um spennandi Mentunarvikuna í Vági, sum verður hildin á fyrsta sinni í døgunum  29. apríl til og við leygardagin 4. mai.