Merkta grindin vestur úr Írlandi

29-09-2020 - 16:01 - Jóanis Albert Nielsen

Merkta grindin úr Bø hevur seinasta mánaðin, frá tí hon vendi á 64 breiddarstigum, ferðast suðureftir, og er nú komin suður á 53 breiddarstig.

Grindin er langt úr landi, einar 600 fjórðingar vestur úr Írlandi, har dýpið er góðar 3000 metrar. Á ferðini fór grindin eisini í nakrar dagar vestureftir, og ferðaðist tá gjøgnum júst sama økið, har seinasta sambandið var við grindina úr Havn.

Tað eru nú 114 dagar síðan grindin úr Bø var merkt.