MEST gjørt avtalu við Enercon um eftirlit og viðlíkahald av vindmyllum

vinna08-09-2019 - 12:14 - Jóanis Nielsen

Sáttmáli varð í vikuni undirskrivaður í Malmø millum MEST og týsku vindmyllurisan Enercon. Við hesi avtaluni skal MEST standa fyri eftirliti og viðlíkahaldi av vindmyllunum hjá SEV í Húsahaga og Neshaga komandi árini.

Avtalan hevur við sær, at starvsfólk hjá MEST skulu luttaka á undirvísing og skeiðum í Svøríki í heyst so at tey fáa førleikar og góðkenningar til at hava eftirlit við og viðlíka vindmyllur. MEST toymið fer komandi árini at luttaka á regluligum skeiðum fyri at alsamt at kunna veita eina tænastu á hædd við tær Enercon veitir kring knøttin.

“MEST hevur seinastu árini miðvíst økt um virksemið á landi. Vit hava seinastu árini havt nógv virksemi innan eitt nú alivinnuna og innan orkuøkið við millum annað fjarhita og orkuverkum”, sigur stjórin á MEST, Mouritz Mohr, í stuttari viðmerking úr Malmø. “Vit vóru í sínari tíð við til at seta vindmyllurnar í Húsahaga upp og kennist tað nú natúrligt at verða við til at viðlíka vindmyllurnar”, endar Mouritz Mohr.