MEST sett Wavefoil veingir á Teistan

Vinna20-09-2019 - 13:58 - Jóanis Albert Nielsen

Meðan Teistin hevur verið til viðlíkahald á MEST hava MEST í samstarvi við eigarnar av norsku fyritøkuni Wavefoil sett veingir á skipið har frammi beint aftanfyri kúlustevnið. Arbeiði hevur verið lagt soleiðis til rættis at hetta er gjørt samstundis sum vanliga viðlíkhaldsarbeiðið er gjørt.

Skipanin hevur við sær at skipið verður meiri støðugt í sjónum. Talan er um eina skipan, sum kann føra ein vong út báðu megin skipið tá tørvur er á tí - og taka veingirnir innaftur tá tørvur ikki er á tí.

Við hesi loysnini fer skipið at liggja betri í sjónum í ringum veðri. Tað, at veingirnir eru staðsettir heilt har frammi, ger at skipið ikki setur so hart í mun til aldurnar. Fyri ferðafólk merkir hetta, at skipið væntandi rullar minni enn vanligt og at komforturin umborð tí verður størri.

Talan er um slóðbrótandi nýhugsan, sum norska fyritøkan Wavefoil stendur fyri. Fyritøkan hevur granskað í hesum seinastu 9 árini og er Teistin tað fyrsta skipið, sum nú fer at royna hesa skipan av.

Wavefoil heitti fyrr í summar á MEST um at verða við í hesi verkætlan. Nógv av fyrireikandi arbeiðinum er gjørt í byggihøllini hjá MEST í Havn har ein 4 metur innsatstur er bygdur og Wavefoil skipanin ísett. Hol bleiv síðani gjørt í bógvin og skipanin sett í.