Mynd: om.fo

Miðvágsgentan Joan er við umborð á Logos Hope

mentan06-11-2019 - 08:43 - Jóanis Nielsen

Joan Silvia Johannesen fór í síðstu viku úr Vágunum yvir til Brasilia, har hon fór umborð á Logos Hope at verða við á STEP programminum. Hetta er stutttíðarprogrammið umborð, har luttakararnir eru við í dagligdegnum á Logos Hope í 2-3 mánaðir. STEP’arar fáa fastar arbeiðsuppgávur umborð, til dømis reingerð ella í køkinum. STEP-tíðin er eisini ein lærutíð, har tíð verður brúkt til at lesa í Bíbliuni, til lovsong og til bøn.

Joan fór umborð á Logos Hope í Salvador í Brasilia. Hon kom væl fram og trívist longu væl umborð. Hon sigur frá, at tey hava verið við til eitt bønarmøti í eini kirkju í Salvador, og hóast møti var á portugeisiskum, so kendi hon, at Guds nærvera var til staðar. Hon verður við Logos Hope, sum skipið vitjar havnir í Brasilia, í Guyana og í Trinidad & Tobago. Hetta STEP-programmið endar mitt í januar.

Latið okkum biðja fyri Joan, sum hon verður umborð næstu 2½ mánaðarnir.

Um tú kundi hugsað tær at tænt við virkseminum hjá Logos Hope, so eru fleiri møguleikar til tað. STEP programmini halda á at koyra alt 2020, síggj møguleikarnirher. Tørvur er eisini á útbúnum fólki, sum maskinmonnum, elektrikarum, sjúkrasystrum, kokkum og mangt annað. So um tú vilt tæna Gudi við tínum fakligu førleikum umborð á Logos Hope, so vilja vit eisini gjarna frætta frá tær – tørvurin á útbúnum fólki broytist leypandi. Les meiri herog skriva til okkum á info.fo@om.org, tað skrivar om.fo