Miðvingar hava verið á Miðvágsurð eftir hornaseyði - myndir

myndir23-09-2019 - 18:30 - Jóanis Nielsen

 Miðvingar hava í dag verið á Miðvágsurð eftir hornaseyði. Teir sleptu 13 seyðum í vár, tríggir seyðir vóru burtur, so teir komu heim við 10 seyðum. Seyðirnir sóu gott út og fara helst at roynast, teir plaga at fletta beinanvegin teir eru afturkomnir, so vit rokna við fleiri myndum í kvøld.

Ættin var landsynningur eystan, sum er góð ætt norðanfyri, men sum sæst á myndunum so var stormur.

Teir fóru av Oyrargjógv kl. 10 í morgun, alt gekk væl, teir komu aftur á Oyrargjógv um 4-tíðina seinnapartin. 

Teir vóru við 100-ára gamla bátinum Heimdal.

Hesar frálíku myndirnar hevur Ingi Johannesen tikið.