Miðvingar sleptu hornaseyði í Ryggskor í gjár

mentan19-05-2020 - 09:55 - Jóanis Nielsen

 Miðvingar vóru í gjár í Ryggskor við hornaseyði, teir fóru seinnapartin í gjár og vóru aftur í skýmingini, alt gekk væl.

Regin Dahl Lauritsen hevur sent okkum hesar myndirnar. Hóast ungur á aldri, so hevur Regin verið fleiri ferðir við í Ryggskor.