Mínir tankar fara til ávís heim í hesum døgum

politikkur02-04-2020 - 11:15 - Jóanis Nielsen

Við eitt vórðu vit øll biðin um at gevast at arbeiða og fara til hús. Vit skulu halda okkum inni og bert hava sosiala samveru við onnur, um tað er alneyðugt. Hetta hevur sjálvsagt havt sera stóra ávirkan á fólk og vinnu í landinum, og royna vit nú av øllum alvi at bjarga okkum undan eini møguligari komandi kreppu. Fyrst við einum hjálparpakka, sum hevði til endamáls at lofta lønmóttakarunum, og síðani er tosað um ein seinna hjálparpakka, sum skal lofta vinnulívinum fíggjarliga.

Tað er ordiliga gott, at politiska skipanin kýtir seg fyri at fyribyrgja arbeiðsloysi og húsagangum. Tað eiga vit at gera. Men sum politikarar mugu vit eisini minnast øll tey, sum í hesum døgum hava akuttan tørv av øðrum slag. Vit tosa ikki um pengar, men um nærveru og tryggleika.

Tað eru tíverri fleiri heim í Føroyum, eins og aðrastaðni í heiminum, sum sosialt eru illa fyri. Talan kann til dømis vera um harðskap og/ella rúsdrekka- ella rúsevnismisnýtslu. Tað merkir fyri fleiri føroysk børn, at tey í hesum døgum hava mist sítt frírúm. Fyri nógv børn er tað gott at sleppa í barnagarð ella í skúla, har tað eru vælfungerandi vaksin rundan um tey. Aftaná skúla hava tey eisini gleði av at fara til ítrótt ella frítíðarvirksemi. Men nú er alt stongt, og børnini mugu vera í trupulleikunum alla tíðina.

Í hesum sambandi hava vit sum samfelag øll eina ábyrgd. Sum privatpersónar eiga vit at siga frá á røttum stað, síggja vit børn, sum ikki hava tað gott heima. Hava vit møguleika til tess, kunnu vit eisini rætta eina hjálpandi hond. Og politiski myndugleikin hevur eisini eina ábyrgd, nevniliga at hava góð tilboð tøk til teirra, sum hava tørv á eini hjálpandi hond. Eg fari tí við hesum at heita á landsstýriskvinnuna í almannamálum um at tryggja sær, at vit í samráð við kommunur og aðrar viðkomandi partar, eisini veita menniskjasligan stuðul í hesi serligu tíð. Í øðrum londum síggja vit til dømis, at einstakir skúlar ella frítíðartilboð hava serligt opið, soleiðis at børn, sum hava brúk fyri at sleppa út úr heiminum, hava møguleika til tess.

Mínir tankar leita til ávís heim og ávís børn í hesum døgum. Og tað er mítt inniliga ynski, at øll skulu hava eitt stað, har tey kenna seg trygg. Í hesum sambandi fari eg eisini at takka felagsskapum sum Sinnisbata, Barnabata og Øll hava rætt til góð barnaár fyri at gera eitt stórt og neyðugt arbeiði. Standa vit sum politikarar, felagsskapir og einstaklingar saman um hesa avbjóðing, soleiðis sum vit plaga at gera í Føroyum, so eigur eingin at stúra fyri degnum í morgin.

Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin