Minningarorð um Hans Arna Nielsen

mentan26-08-2019 - 21:56 - Jóanis Albert Nielsen

Merkið veitrar í hálvari stong.

Ein merkismaður er farin um sýn.

Hans Arne Nielsen andaðist fríggjadagin 19. juli 2019, 86 ára gamal.

Hans Arne Nielsen var sonur Jóhonnu Uppi í Húsi og Thor Nielsen skipara. Hann var triður av seks systkjum.

Ígjøgnum eitt mannaminnið hevði hann el-innleggjarafyritøku og handil við eltólum.

Og nógvir lærlingar fingu sveinabræv sum elektrikari hjá honum.

Hans Arne var í velmaktini sum elektrikari og el-innleggjari, tá føroysku húsarhaldini skuldu hava elektrisitet lagt inn í sethúsini frá mitt í 1950unum.

Tað fyrsta eg minnist til Hans Arna var tá tykist var við sláttur um sumrini, og vit børn sluppu uppí part tá hoyggi skuldi fáast til høldar uppá lofti í fjósinum hjá Thor. Tá var blái Morris lastbilurin í velmaktini og vit sótu í lastini omaná hoynum. Vit kallaðu bilin Smiley, tí gronin á honum líktist einum smíli.

Í 1994 gjørdust vit grannar úti á Merkrunum. Tá vit fluttu inn í húsini hjá Jóan Paula og Miu. Ein sera hjálpsamur granni, var elektrikarin Hans Arne, altíð við tí positiva og hjálpsama orðinum.

Hann plagdi at taka til “hvat er lívið vert uttan eitt stríð” tá eg greiddi honum frá einum ella øðrum tykist var við ella hann sá okkum standa við onkrum.

Hann var sjálvur altíð arbeiðis, tókst altíð við okkurt, var altíð í sving.

Minnist einaferð hann gróv ein el-kaðal upp, tí okkurt var galið í einum húsum, tá spurdi hesin bragdligi, nýútbúni maskinmeistarin, Hans Arna um hann hevði tjekka sikringarnar, tað skuldi eg ongantíð havt gjørt, tí hvør spyr ein elektrikara um tað?

Hans Arne var partur av øllum felagslívið í bygdini, tá tað galt, ítrótt og annað: kappróður, fimleik, hondbólt og fótbólt við meira, hann spældi framvegis fótbólt við niðaru deildunum, minnist eg sum yngri.

Fekst nógv við jørð og jarðarbrúk og var fastur fúsur í skorðum og haga á fjallgongu.

Hann var ein av undangongumonnunum og limur frá fyrsta degi í Vága Bjargingarfelag, sum dagin í dag, er eitt vælvirkandi felag, og er partur av tilbúgvingini hjá Føroyum, á sjógvi og landi.

Eg vil her lýsa frið yvir minnini um: elektrikarin, ítróttarmannin, avhaldsmannin, skilmannin og grannan, Hans Arna Nielsen.

Mugu hansara nærmastu finna frið í tí megnar arbeiði hann gjørdi fyri Sandavág og Vágar.

Jan Erik